Ung lesa

Ung lesa 4.partur - Kjarr
21-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur. 

Í hesum partinum tosa vit um skjaldsøguna Kjarr eftir Rakel Helmsdal. Kathrina Skarðsá hevur gjørt myndirnar, sum eru ígjøgnum alla bókina. Søgan snýr seg um 22 ára gomlu Lauru, sum finnur eina beinagrind í einum kjarri og setir sær fyri at finna út av, hvør átti hana. Vit tosa um alt, sum ger hesa skaldsøguna serstaka og til eina av yndisbókunum hjá Jónu og Oliviu. Bókin er nemliga full í øllum møguligum spennandi, eitt nú ferðaseðlum, dagbókateksti, skitsum og yrkingum. Vit tosa eisini um forelskilsi, trupul familjusambond, sirkus, at ferðast og mangt annað. 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2020 

Vertur: Silja Aldudóttir 

Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa

Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.

Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.

Poddvarpsrøð í átta pørtum
21-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
14-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
07-07-2026
Poddvarprøð í átta pørtum
30-06-2026