Friðarsamráðingarnar millum USA og Iran avlýstar

Friðarsamráðingarnar millum USA og Iran avlýstar
J.D.Vance, varaforseti, hevur boðað frá, at hann fær ikki komið til Sveis av logistiskum ávum
J. D. Vance, varaforseti, sum skuldi standa á odda fyri amerikansku sendinevndini, hevur avlýst ferðina til Sveis.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.06.2026 - 07:48

Friðarsamráðingarnar millum USA og Iran, sum skuldu byrja í Burgenstock í Sveis í dag, eru avlýstar.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan, sum vísir til eini boð frá sveisiska uttanríkisráðnum, men boðini siga einki um orsøkina til avlýsingina.

Amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, skuldi leiða amerikonsku sendinevndina, men varaforsetin hevur nú boðað frá, at hann av logistiskum ávum ikki fær komið.

Tað er heldur ikki greitt, nær tað so verður farið undir samráðingarnar um tey seinastu viðurskiftini í friðaravtaluni millum USA og Iran.

Samstundis sum samráðingarnar í dag eru avlýstar, hevur ísraelski herurin í nátt bumbað Hizbollah-mál í syðra parti av Libanon.

Júst ísraelski leikluturin í Libanon er ein partur av friðaravtaluni, men ísraelar eru als ikki nøgdir við avtaluna, og álopið í nátt er eitt greitt tekin um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572