Løgmaður hitt forsætisráðharran og løgmálaráðharran

Løgmaður hitt forsætisráðharran og løgmálaráðharran
Beinir Johannesen og Mette Frederiksen tosaðu um samgonguskjølini hjá landsstýrinum og donsku stjórnini, og løgmaður og Nicolai Wammen tosaðu um rúsevnismál
Løgmaður og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tosaðu m.a. sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum og í IOC, olympisku nevndini, og um tættari samstarv við ES.
 
19.06.2026 - 07:59

Í gjár var fyrsti fundurin millum Føroyar og Danmark eftir valini í mars.

Beinir Johannsen, løgmaður, hitti danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, í Keypmannahavn. 

Løgmaður og forsætisráðharrin tosaðu um samgonguskjølini hjá landsstýrinum og hjá donsku stjórnini. 

Tey tosaðu eisini um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum og í IOC, olympisku nevndini, og um tættari samstarv við ES, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. 

 


Nicolai Wammen, verjumálaráðharri, og Beinir Johannesen, løgmaður. 

 

Fyribyrgja rúsevnum 

Á fundi við danska løgmálaráðharran legði løgmaður dent á, at Føroyar og danskir ríkismyndugleikar mugu standa saman um at fyribyrgja, at rúsevni og rúsevnamisnýtsla taka meira dik á seg í Føroyum. 

- Summi øki eru felagsmál, og tí var týdningarmikið hjá mær at vísa danska løgmálaráðharranum á, at báðir partar mugu raðfesta økið, sigur Beinir Johannesen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655