City Church sleppur at byggja størri

City Church sleppur at byggja størri
Tórshavnar býráð hevur samtykt serstaka byggisamtykt fyri økið
Tórshavnar býráð hevur samtykt serstaka byggisamtykt fyri økið, og tí kann City Church byggja størri.
 
19.06.2026 - 08:13

City Church í Havn, sum fór illa av eldi í februar 2024, ætlar at byggja nýggjan bygning.

Men so má byggisamtyktina broytast.

Og tað samtykti Tórshavnar býráð í gjár at gera.

City Church sigur seg ætla at byggja bygning, sum eisini kann vera býarhús til konsertir, almenn tiltøk og City Meal.

Bygningurin, sum eldur kom í, er størri enn ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri økið loyva.

 


City Church fekk stóran skaða, tá eldur kom í bygningin í februar 2024. 

 

Samtyktu serstaka byggisamtykt

Nú er ætlanin at byggja størri. Tí má byggisamtyktin broytast. Ella nýggj serstøk byggisamtykt má gerast.

Býráðið samtykti at gera serstaka byggisamtykt. 

Ein fortreyt er, at nýggi bygningurin ikki skal skugga meir enn 10 metrar inn í Grasagarð, tá sólin stendur hægst á várjavndøgri. 

Byggimálsdeildin hjá kommununi ger vart við, at tess fleiri serstakar byggisamtyktir verða gjørdar, hvør við sínum serreglum um bygging, tess torgreiddari verður rættarstøðan hjá fólki, vinnulívi og almennum  at umsita. 

Fleiri og fleiri serreglur gera tað dýrari at byggja, sigur Byggimálsdeildin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558