Smyril er ov lítil

Smyril er ov lítil
Neyðugt er við einum skipi aftrat, sigur strandferðslustjórin, nú jóansøkan setur trýst á plássið umborð
19.06.2026 - 19:26

Smyril er bivin ov lítil.

Tað sigur Dánjal Samuelsen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins.

Tí er neyðugt at fáa eitt skip aftrat at sigla millum Suðuroynna og meginøkið.

 

Eyka trýst á jóansøku

Nú jóansøka er, leggjast millum trý og fýratúsund fólk aftrat hópinum, sum plagar at ferðast millum Suðuroynna og meginøkið. 

Hetta setur eitt eyka trýst á Smyril, sum tekur beint undir túsund ferðandi. 

- So hetta er ein stór kabal, sum skal ganga upp, sigur strandferðslustjórin.

 

Eykatúrar settir inn

Ein eykatúrur aftur og fram er settur inn leygardag, og sunnudag eru tríggir túrar.

Hetta hevur eisini við sær, at eyka fólk eru sett á vakt umborð og ikki minst at stýra ferðsluni.

Tað er eisini ein ávís hvílitíð, sum skal haldast, og tí fer Teistin eisini at sigla onkran túrin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329