30.400 fólk til arbeiðis - 450 fleiri enn í fjør

30.400 fólk til arbeiðis - 450 fleiri enn í fjør
Í mai vóru 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum, vísa tøl hjá Hagstovuni
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður.
Mynd: Hagstovan.  
 
22.06.2026 - 08:00

Framvegis eru fleiri menn enn kvinnur í tí, sum Hagstovan kallar "starvsfólkaskarin í Føroyum."

Í mai vóru 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum.

Tey vóru 290 fleiri menn, 1,9 prosent, og 160 fleiri kvinnur, 1,1 prosent, enn í mai í fjør.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður, skrivar Hagstovan. 

Stórar kommunur hava størsta vøksturin.

 

 

Havnin 45 prosent av vøkstrinum 

Tórshavnar kommuna átti okkurt um 45 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið verður við sama mánað í fjør. 

Harumframt er talið serliga vaksið í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu og í Runavíkar kommunu. 

Lutfalsliga var vøksturin tó størstur í Hovs kommunu, 25 prosent. 

Samanborið við mai í fjør er starvsfólkatalið minkað í níggju kommunum, mest í Kvívíkar kommunu.

Í starvsfólkaskaranum eru fólk, 13 ár ella eldri, sum búgva í Føroyum og fáa A-skattaða løn, svarandi til fýra tímar um mánaðin ella meira.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493