Treytaleys fongsulsrevsing bleiv treytað

Treytaleys fongsulsrevsing bleiv treytað
Dømdi maðurin skikkar sær nú so væl, at Landsrætturin helt ikki tað vera rætt, at maðurin skal inn at sita, tí persónligu viðurskifti hansara nú eru góð
Eystari landsrættur gjørdi dómin í Føroya rætti nógv linari.
 
22.06.2026 - 08:45

Tað loysti seg hjá einum manni at fara í Landsrættin við dómi, sum hann fekk í Føroya rætti fyrst í august í fjør.

Hann fekk tríggjar mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Men Eystari landsrættur gjørdi dómin nógv linari.

Maðurin fekk nú tríggjar mánaðir treytaða revsing.

 

Tikið annað skinn bak

Orsøkin er, at hann hevur tikið annað skinn um bak, givin at drekka millum annað.

Hann skikkar sær nú so væl, at Landsrætturin helt ikki tað vera rætt, at maðurin skal inn at sita, tí persónligu viðurskifti hansara nú eru góð.

Maðurin var 14 dagar í varðhaldi, eftir at hann var tikin 24. juli í fjør.

Hann var ákærdur fyri harðskap og hóttanir móti politisti. Maðurin noktaði seg sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527