Elias skal hava nýggjan venjara

Elias skal hava nýggjan venjara
Elias Ellefsen á Skipagøtu skal hava nýggjan venjara. Vánaligu úrslitini í ár gera, at THW Kiel hevur sagt Filip Jicha úr starvi
Elias Ellefsen á Skipagøtu í nærdysti við Mathias Gidsel. Føroyingurin skal hava nýggjan venjara næsta kappingarár
Mynd: THW Kiel  
 
22.06.2026 - 14:18

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal hava nýggjan venjara næsta kappingarár.

Filip Jicha er uppsagdur í THW Kiel, boðar felagið frá, tí úrslitini hava verið ov vánalig síðstu árini.

Serliga illa gekk farna kappingarár. Norðurtýska stórfelagið endaði á sætta plássi í Bundesliguni og tapti finaluna í European League fyri Melsungen. Tað hevði við sær, at Kiel ikki spældi seg til evropeiskan hondbólt fyri fyrstu ferð síðan 1993.

 

Saknaðu skadda Elias

Kiel fekk annars eina góða byrjan upp á kappingina við føroyska bakspælaranum á odda. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti satt stórspæl í fleiri dystum í heyst, men fyri jól fekk hann skaða í økslina og var mestsum ikki á vøllinum fyri Kiel eftir EM-endaspælið í januar.

Tað var sjón fyri søgn, at Kiel hevur saknað føroyingin í bakketuni, samstundis sum fleiri aðrir lyklaspælarar hava sitið uttanfyri í styttri og longri tíðarskeið

Filip Jicha hevur verið í Kiel í 16 ár sum spælari og venjari, og 44 ára gamli kekkin hevur vunnið alt, sum vinnast kann í báðum leiklutunum.

THW Kiel sigur einki um, hvør nýggi venjarin í felagnum er, men sambært millum annað Kieler Nachrichten er Børge Lund eitt boð upp á nýggjan venjara. 47 ára gamli norðmaðurin hevur vant norska felagið Elverum síðan 2020 og spældi í Kiel frá 2007 til 2010.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493