Korini styggja lærarar burtur

Korini styggja lærarar burtur
Í tvey ár hevur Petra Olsen arbeitt eftir einum sáttmála, sum hon ikki kennir seg aftur í, og nú sær hon onga aðra loysn enn at siga seg úr starvi
23.06.2026 - 19:59

Samstundis sum at fleiri og fleiri tilflytarar koma til landið og vilja læra málið, eru tað lærarar við útbúgving í føroyskum sum annaðmál, sum siga seg úr starvi.

Teir kenna seg ikki aftur í sáttmálanum, sum í roynd og veru er gjørdur til miðnámsskúlalærarar.

 

Síðsti dagur á Glasi

Í gjár vórðu prógvini handað, og Petra Olsen hevur havt sín síðsta dag sum undirvísari í føroyskum sum annaðmál, eisini kallað FSA.

- Høvuðsorsøkin er tann, at eg á ongan hátt dugi at síggja mítt starv og mítt virksemi aftur í sáttmálanum, sigur Petra Olsen.

Hon hevur starvast sum lærari í føroyskum sum annaðmál í seks ár, hevur eina bachelor í føroyskum, og so tók hon útbúgvingina í føroyskum sum annaðmál fyri tveimum árum síðani. Um sama leiti bleiv undirvísingin flutt úr kvøldskúlanum og út á Glasir. 

Hetta var eitt skifti, sum Petra Olsen væl dugdi at síggja var neyðugt. Men ongantíð hevði hon trúð, at tað fór at verða so trupult. 

 

Korini eru trupul

Tí í skiftinum komu FSA-lærarar undir nýggjan sáttmála - sama sáttmála sum miðnámsskúlalærararnir. Og her eru fleiri við Petru Olsen, sum ikki kenna seg heima í sáttmálanum.

- Vit hava eitt heilt annað virksemi, enn tey hava. Vit arbeiða eftir eini aðrari skipan, enn tey arbeiða eftir. Vit hava ein annan gerandisdag enn tey, so tað er ordiliga nógv, sum bara ikki hóskar saman.

Men tað eru altíð fleiri sjónarhorn, og Petra Olsen skilur eisini væl, at hetta ikki hevur verið lætt hjá Yrkisfelagnum Miðnámi, sum er fakfelagið hjá flestu miðnámsskúlalærarum.

- Tey hava bara fingið okkum tveitt inn í teirra sáttmála, uttan at tey hava havt tíð til at gera hann til reiðar. Men samstundis greiddu tey eisini frá í eini ársfrágreiðing, at FSA ikki hoyrdi heima á miðnámsskúlaøkinum, og tí eri eg samd í.

 

Einasta loysnin at siga upp

Sjálv heldur Petra Olsen, at hon hevur gjørt alt fyri at finna eina loysn. Hon hevur samskift við Yrkisfelagið, Undirvísingarstýrið, leiðaran og politikarar, og nú sá hon ongan annan útveg enn at siga seg úr starvi.

Men hetta er ein sorgblíð tíð fyri læraran. Hon fer at sakna bæði næmingarnar og undirvísingina, men korini hava ikki verið nøktandi, og tí kundi hon ikki verða verandi í starvinum.

Spurd, um hon vil undirvísa í føroyskum sum annaðmál aftur, um ein loysn verður funnin upp á sáttmálan, er svarið eitt greitt ja.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087