Borgarstjórin: Kommunan vil binda um heilan fingur

Borgarstjórin: Kommunan vil binda um heilan fingur
Talan er um heimild til kassakredit og ikki lán, og hetta økir ikki skuldina, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Karl Johansen er borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
 
25.06.2026 - 13:49

Klaksvíkar kommuna vil fegin hava tryggari fíggjarliga tilbúgving, og á býráðsfundinum í kvøld skal støða tí takast til eitt uppskot um at útvega kommununi  rakstrarkreditt uppá 20 milliónir krónur.

Umsitingin mælir til, at kommunan útvegar sær rakstrarkredittin, "orsakað av teprum gjaldføri", sum umsitingin orðar seg.

 

Peningur skal vera tøkur

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur við Kringvarpið, at tey bara vilja binda um heilan fingur við eini heimild til at stovna kassakreditt, so trygd er fyri, at peningur altíð er tøkur. 

- Talan er bara um heimild til kassakreditt og ikki lán, so hetta er ikki nakað, sum økir um skuldina hjá kommununi. Tað er púra vanligt, at kommunur hava heimild til at trekkja uppá kassakreditt, men Klaksvíkar kommuna hevur bara ongantíð havt eina slíka heimild, og fyri at fáa hana, krevst meiriluti fyri tí í býráðnum, sigur borgarstjórin. 

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar Býráð tekur undir við tilmælinum um kassakredittin.

 

Neyðugt við gjaldføri

Í tilmælinium vísir umsitingin á, at býráðið í næstum skal taka støðu til fleiri eykajáttanir, og verða hesar eykajáttanir samtyktar, verður neyðugt at útvega meira gjaldføri. 

Eisini vísir ein gjøgnumgongd av roknskapinum hjá Klaksvíkar ommunu fyrstu mánaðirnar í ár, at nøkur rakstrarstøð hava ilt við at halda sína játtan. 

Borgasrstjórin letur annars væl at fíggjarligu gongdini hjá Klaksvíkar kommunu, sum seinastu árini hevur verið nakað sperd av skuld. 

 

Rinda skuld

Við árslok í fjør var kommunan bara 44 milliónir krónur frá at raka lánsloftið, men í so máta gongur tað rættan veg, sigur Karl Johansen, tí kommunan megnar at rinda skuldina niður. 

Borgarstjórin væntar tí, at tað verða 60 milliónir krónur upp til lánsloftið, tá hetta árið er av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087