Óformligar summarkonsertir hjá Symfoniorkestrinum

Óformligar summarkonsertir hjá Symfoniorkestrinum
Í kvøld og í morgin hevur Føroya symfoniorkestur summarkonsertir í Fuglafirði og í Havn. Og tær vera minni formligar enn vanligt.
 
27.06.2026 - 12:30

Tá vit hugsa um klassiskan tónleik og um symfoniorkestur, so er kanska lætt at hugsa, at tað er eitt sindur stívt og formligt. Nú roynir Føroya Symfoniorkestur at gera tað eitt sindur meiri óformligt og fólksligt.

- Til hesar konsertirnar hava vit gjørt eitt sindur øðrvísi konsept, enn vit vanliga gera, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri.

Konsertin er ikki so long sum tær vanligu stóru klassisku konsertirnar. Hon varir umleið ein tíma. Og so eru fleiri styttri og lættari verk á.

- Serliga í Fulgafirði hava vit roynt at gjørt eina kafékonsert, har fólk fara at sita niðri á gólvinum við borð tætt við orkestrið, og kunnu fáa ein kopp av kaffi ella eitt glas av víni afturvið tónleikinum. 

Hugskotið kemur frá Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hans Petur í Brekkunum og nýggi dirigenturin, Catherine Larsen-Maguire, vóru á fundi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Leiðarin í Mentanarhúsinum, Jón Tyril, spurdi so, um tað kundi gerast øðrvísi, og tað hildu tey vera eitt gott hugskot.

- Um mann kanska heldur, at klassiskar konsertir eru eitt sindur formligar, og tað eru tær eisini við hvørt, so er tað ein máti at loysa eitt sindur upp fyri tí og gera tað eitt sindur meiri óformligt, sigur Hans Petur í Brekkunum,

Summarkonsertin hjá Symfoniorkestrinum er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld kl. 20 og í Hátúni í Havn í morgin kl. 16.

Hoyr innslag úr Útvarpstiðindunum.

FSO-Varkonsert_2026-06-27

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342