Fløðir í kassanum í Vági

Fløðir í kassanum í Vági
Fleiri pengar vóru tá avtornaði í kommunukassanum í Vági, tá árið í fjør varð gjørt upp, enn upprunaliga mett
Roknskapurin hjá Vágs Kommunu fyri 2025 vísir 4,9 mió í avlopi
 
27.06.2026 - 18:36

Roknskapurin hjá Vágs Kommunu, sum varð góðkendur á býráðsfundi í vikuni, vísir 4,9 milliónir krónur í avlopi.

Tað er munandi betri enn mett varð í fíggjarætlanini fyri 2025, har roknað var við 3,5 milliónum krónum í halli.

Tað upplýsir Vágs Kommuna í tíðindaskrivi ídag.

Sambært roknskapinum vóru samlaðu inntøkurnar hjá Vágs Kommunu 86,7 milliónir krónur í fjør. Inntøkurnar eru 4,1 milliónir krónur hægri enn í 2024.

Tað kostaði 75,8 milliónir krónur at reka Vágs Kommunu í fjør, og harumframt vórðu íløgur gjørdar fyri seks milliónir krónur.

Tí lógu 4,9 milliónir eftir í kommunukassanum, tá árið varð gjørt upp.

Við árslok var langfreistaða skuldin hjá Vágs Kommunu 39,9 milliónir krónur, upplýsir kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011