07 Vestur koppaði meistaranum við Djúpumýrar

07 Vestur koppaði meistaranum við Djúpumýrar
07 Vestur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í Meistaradeildini við monnum higartil, tá tað eydnaðist botnliðnum at vinna á KÍ í Klaksvík og koma upp um niðurflytingarstrikuna
Savnsmynd
 
28.06.2026 - 17:06

07 Vestur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í Meistaradeildini í ár, tá tað eydnaðist at vinna á KÍ í Klakasvík seinnapartin. 

Casper Gedsted Hansen skoraði einasta málið í dystinum, tá 65 minuttir vóru spældir við Djúpumýrar. 

Hetta er bert 3. dysturin hjá Tór-Ingar Akselsen, síðan hann loysti av fyri Michael Schjønberg sum høvuðsvenjari á Dungasandi, og nýggi venjarin hevur fingið seks stig av níggju møguligum higartil. Seinasta vikuskiftið vann 07 Vestur 2-0 á AB, og nú eydnaðist at skelka KÍ.

Sigurin og tey trý stigini hava við sær, at vágamenn koma upp á 13 stig og eru nú omanfyri niðurflytingarstrikun. KÍ er framvegis á 2. plássi, tvey stig aftanfyri NSÍ, sum spælir ímóti Víkingi á útivølli í annaðkvøld.

Í hinum dystinum, sum hevur verið í dag, spældu EB/Streymur og B36 javnt 2-2 í Streymnesi.

Hnir tríggir dystirnir hetta umfarið eru í annaðkvøld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961