Klaksvíkar kommuna tekur 20 milliónir í rakstrarkreditti

Klaksvíkar kommuna tekur 20 milliónir í rakstrarkreditti
Borgarstjórin sigur, at tey bara vilja binda um heilan fingur við eini heimild til at stovna kassakreditt, so trygd er fyri, at peningur altíð er tøkur 
Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu mælti býráðnum til at útvega sær rakstrarkredittin, tí gjaldførið er tepurt.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
29.06.2026 - 08:19

Klaksvíkar býráð hevur einmælt samtykt at taka 20 mió. kr. í rakstrarkreditti.

Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu mælti býráðnum til at útvega sær rakstrarkredittin, tí gjaldførið er tepurt.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at tey bara vilja binda um heilan fingur við eini heimild til at stovna kassakreditt, so trygd er fyri, at peningur altíð er tøkur. 

Í tilmælinium vísir umsitingin á, at býráðið í næstum skal taka støðu til fleiri eykajáttanir.

Vera hesar eykajáttanir samtyktar, verður neyðugt at útvega meira gjaldføri, sigur umsitingin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860