Góðtekur ikki, at so nógv tíðaravmarkað størv verða sett

Góðtekur ikki, at so nógv tíðaravmarkað størv verða sett
Av teimum 158 lærarastørvunum í fólkaskúlanum næsta ár, eru 106 tíðaravmarkað
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
30.06.2026 - 12:20

Tað er sera trupult at fáa fast lærarastarv í fólkaskúlanum.

Í kanning hjá Námsvísindadeildini sæst, at árini 2023, 2024 og 2025 fingu 85 fólk læraraprógv. Men bara 55 teirra eru lærarar í fólkaskúlanum. Og bara níggju hava fast starv. 

Til skúlaárið, sum byrjar eftir summarfrítíðin, vóru 158 lærarastørv lýst leys í fólkaskúlanum. Nógv tey flestu, 106, eru tíðaravmarkað størv, meðan 52 eru føst størv.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, góðtekur ikki, at so nógv tíðaravmarkað størv verða sett.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30062026_Jacob_Eli

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595