Arise, Sir Harry! Stórveldi bjargað inn aftur av eggini

Arise, Sir Harry! Stórveldi bjargað inn aftur av eggini
Harry Kane bjargaði Englandi við tveimum málum ímóti Kongo, og Belgia fór frá at vera aftanfyri við tveimum í 86. minutti til at vinna 3-2 í 125. minutti
Arise! Harry Kane hevur skorað og sent England í áttandapartsfinaluna
Mynd: Richard Pelham/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.07.2026 - 11:26

Arise, Sir Harry! 

Gloym Ballon D'or. Nær verður Harry Kane sligin til riddara? Enski framherjin bjargaði Englandi við tveimum málum seinasta korterið ímóti Fólkaræðislýðveldinum Kongo, og skjótt verður krevur fólkið, at Charles kongur finnur sær svørið fram.

Brian Kibambe Cipenga legði Kongo framum longu í 7. minutti, tá enska verjan heilkiksaði og málverjin Jordan Pickford ikki vardi nærru stong.

 


Brian Kibambe Cipenga hevur lagt Kongo framum ímóti Englandi. (Mynd: Roberto Schmidt/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Tað gekk striltið hjá Englandi at spæla seg til kjansir, og tá skotini komu, stóð Lionel Nzau Mpasi í málinum fyri. Anthony Gordon kom inn, og hann fann Harry Kane við einum góðum innleggi, sum Bayern-framherjin skallaði bóltin í netið.

Løtu seinni fann Gordon Kane á brotsteigarmarkinum, og hann snaraði sær til høgru og sendi eina kanónkúlu upp í nærra málhornið. England vann, og nú bíðar Meksiko á Azteka.

 

Belgia vendi øllum á høvdið

Tað sá ógvuliga svart út hjá Belgia, tá Ismaila Sarr økti til 2-0 fyri Senegal stutt eftir stegðin.

Tá tú hevur brúk fyri tveimum málum, tekur tú ikki Kevin De Bruyne og Jeremy Doku út, ella hvat? Tað var júst tað, sum Rudi Garcia gjørdi, og hann fekk løn fyri satsið.

Romelu Lukaku, sum kom inn í steðginum, minkaði um munin fýra minuttir fyri leiklok, og ein minutt fyri leiklok fann Leandro Trossard Youri Tielemans, sum javnaði til 2-2.

 


Youri Tielemans skoraði til 3-2 við brotssparki í 125. minutti, og Belgia skal spæla ímóti USA í áttandapartsfinaluni. (Mynd: Alex Grimm/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Belgia-liðskiparin var eisini ísakaldur, tá hann avgjørdi alt við brotssparki, sum varð framt í 116. minutti, dømt í 121. minutti og skotið í 125. minutti. Hann setti bóltin heilt upp í málhornið og Senagal út úr kappingini. 

 

Balogun mál og reytt kort

Folarin Balogun skoraði sítt 3. HM-mál, tá hann legði USA framum beint fyri steðgin ímóti Bosnia Hersegovina.

Framherjin sá reytt miðskeiðis í seinna hálvleiki, men vertstjóðin helt høvdið kalt í San Francisco, og Malik Tillman tryggjaði USA eina avtalu við Belgia átta minuttir fyri leiklok. 

Fimm evropeiskar tjóðir spæla í dag og í nátt. Spania og Eysturríki spæla í Inglewood, Portugal og Kroatia bresta saman í Toronto og Sveis og Algeria hittast í Vancouver.

 


Malik Tillman avger dystin millum USA og Bosnia Hersegovia við frísparki, sum málverjin kanska átti at havt bjargað. (Mynd: Phil Noble/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360