Atlantsflog: Partaeigari finst at landsstýrinum

Atlantsflog: Partaeigari finst at landsstýrinum
Størsti privati partaeigarin í Atlantsflogi heldur, at føroyska landsstýrið tænir bara sær sjálvum og hevur sett flogfelagið í vanda
Føroyska landsstýrið tænir bara sær sjálvum og hevur sett flogfelagið í vanda, heldur Adrian Noskwith, størsti privati partaeigarin í Atlantsflogi
 
05.01.2014 - 17:39

Tað skrivar Adrian Noskwith í brævi til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og Niels Mortensen, nevndarformann í Atlantic Airways.

Adrian Noskwith hevur verið misnøgdur við støðuna leingi, men avgerðin um útboðið av tollfríu søluni fær bikarið at flóta yvir.

Tæna bara sær sjálvum

Noskwith skrivar í brævinum, dagfest 30. desember 2013, at tað fær avleiðingar fyri flogfelagið, at almenna floghavnin fer nú sjálv at reka tollfríu søluna. Atlantsflog hevur annars rikið tollfríu søluna seinastu árini.

- Við avgerðini tænir landsstýrið og floghavnin sær sjálvum, og ikki ferðafólkunum og flogfelagnum, skrivar hann.

- Landsstýrismaðurin hevur ofta sagt seg harmast flogferðaprísirnar. At floghavnin fer at reka tollfríu søluna bøtir ikki um ta støðuna.

Nú er vandi fyri, at prísirnir verða enn hægri, skrivar hann í brævinum og leggur áherðslu á, at landsstýrið røkir bara sínu egnu áhugamál.

Noskwith undrast somuleiðis á avgerðina at koyra Magna Arge frá sum stjóra, sum hevði góð úrslit at vísa á. Hann heldur ikki, at grundgevingin fyri at seta Jørgen Holme í starv var nóg góð, og hann bíðar enn eftir einari haldgóðari frágreiðing.

Johan Dahl blandar seg

Noskwith finst eisini at, at Johan Dahl sum landsstýrismaður í vinnumálum blandar seg í nevndaravgerðir. Hann lovaði annars, at landsstýrið fór at halda seg til armslongdarprinsippið, tá ein triðingur av felagnum varð privatiseraður í 2007.

- Á seinasta aðalfundi misbrúkti hann sína støðu og feldi eitt uppskot um vinningsbýti, sum allir privatu partaeigararnir tóku undir við, skrivar hann.

Kennir seg snýttan

Adrian Noskwith hevur fyrr sagt, at landsstýrið hevur snýtt seg. Tá hann keypti partabrøv í Atlantsflog, var ætlanin, at ein størri partur av felagnum skuldi einskiljast. Tað er enn ikki hent. Hetta endurtekur hann í brævinum til Johan Dahl og Niels Mortensen.

Adrian Noskwith skrivar í brævinum, at hann vil fundast við landsstýrismannin og nevndarformannin um tollfríu søluna, knappliga stjóraskiftið og hvønn leiklut smærru partaeigararnir skulu hava í felagnum í framtíðini.

Noskwith keypti partabrøv í Atlantsflog í 2007, tá felagið var skrásett á keypsskálanum í Reykjavík og Keypmannahavn. Hann eigur 5,7 prosent av Atlantsflogi. Vinnumálaráðið eigur enn 67 prosent. Restina eiga gott og væl 1100 smáir partaeigarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138