Kanna lánsheimild hjá Búnaðargrunninum

Kanna lánsheimild hjá Búnaðargrunninum
Ivi er um, antin grunnurin kann læna pengar at keypa festibrøv og mjólkarkvotur. Fiskimálaráðið kannar málið
 
06.01.2014 - 07:38

Lógin um Búnaðargrunnin er ógreið.

Ivi er um, antin grunnurin kann læna pengar til at keypa festibrøv og mjólkarkvotur. Fiskimálaráðið kannar nú málið fyri at fáa greiðu á, um Búnaðargrunnurin hevur hesa heimildina í lógini.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, at hendan kanningin verður liðug nú í januar.Verður úrslitið tað, at grunnurin hevur heimildina, so er spurningurin, um hann skal hava hana.

Fer at viðgera heimildina

Jacob Vestergaard sigur, at tá niðurstøða er gjørd um heimildina at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, fer hann gjølla at viðgera spurningin, um Búnaðargrunnurin skal hava hesa heimildina ella, um lógin skal broytast. 

Eitt løgfrøðiligt umboð fyri Búnaðargrunnin og ein stýrislimur hava vent sær til Fiskimálaráðið um ivan um lógarheimildina, og lógartulkingarnar eru ymiskar, stendur í svarinum hjá Jacob Vestergaard til Bjørt Samuelsen.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928