Álitisfólk viðgera sáttmálastøðuna

Álitisfólk viðgera sáttmálastøðuna
Enn er eingin støða tikin til, um Pedagogfelagið fer í verkfall
 
06.01.2014 - 07:55

Álitisfólkini hjá Pedagogfelagnum eru biðin um at koma á fund seinnapartin í morgin at umrøða støðuna, nú felagið framvegis ikki hevur fingið nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór út gildi 1.oktober í fjør. 

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin um at fara í verkfall, nú sáttmálaloysi er. Støða verður ikki tikin til verkfall, fyrr enn nevndin hevur tosað við álitisfólkini. Og tað verður seinnapartin í morgin.

Einki samband hevur verið millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, síðani Semingsstovnurin gav skarvin yvir tann 19.desember. 
Arbeiðsgevararnir hava heldur ikki boðað frá, at teir lýsa verkbann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210