Kommunur skulu hava løggildan rottutýnara

Kommunur skulu hava løggildan rottutýnara
Arbeiðið skal skipast og skrásetast betur, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum
Nýggju rottukunngerð er komin í gildi.
 
09.07.2026 - 12:20

Frameftir skulu allar kommunur hava løggildan rottutýnara.

Tað er ásett í nýggju Rottukunngerðini, sum júst er komin í gildi.

- Rottutýningar- og fyribyrgingararbeiðið skal skipast og skrásetast betur, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Gamla kunngerðin, sum er frá 2017, hevur eingi krøv og ongar reglur um løggildar rottutýnarar. Men vit hava longu løggildar rottutýnarar, sigur landsstýriskvinnan.

 


Eyðdis Hartmann Niclasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hóast nýggju herdu reglurnar, so ger Eyðdis Hartmann Niclasen greitt, at tað ikki bara vera løggildir rottutýnarar, sum kunnu leggja rottueitur, t.d. í haga.

Eins og í gomlu kunngerðini eru strangar reglur viðvíkjandi rottufríum oyggjum. Tær eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúgvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og so eisini hólmarnir Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

 

Les kunngerðina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358