- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 ár síðani fyrsta Laksatorgið í Runavík

Laksur og Runavíkar kommuna hanga eftirhondini óloysiliga saman.
Bakkfrost hevur heimstað á Glyvrum í Runavíkar kommunu, og seinastu 25 árini hevur hetta verið hátíðarhildið við árliga Laksatoginum í Runavík.
Stóra familjutiltakið verður nú leygardagin á Bakka á Glyvrum.
Tiltakið hevur ment seg nógv, bæði í stødd og innihaldi, og so er staðsetingin flutt úr miðbýnum inn á Glyvrar, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Sum vant, so vera tað hópin av ókeypis upplivingum til bæði stór og smá. Stórt sølutorg, alskins matur, tónleikur og undirhald á sjógvi og landi, umframt at Bakkafrost hevur bæði opið hús og skip.
Laksatorgið byrjar kl. 10.00 og endar kl. 16.00.
Meira kunning á facebook síðuni hjá Laksatorginum.

























