Kunnu skera sær flag í nýggjari útstykking

Kunnu skera sær flag í nýggjari útstykking
Til arbeiðið at gera grundstykkini á Heiðatrøðni í Miðvági byggibúgvin byrjar, ber til hjá fólki at skera sær flag til egna nýtslu
Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K. Petersen, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum loysti fyrsta flagið leygadagin.
Mynd: Vága kommuna  
 
13.07.2026 - 11:22

Fólki í Vága kommunu stendur nú í boði at skera sær flag í nýggju útstykkingini á Heiðatrøðni í Miðvági. 

Arbeiðið við at gera fyrstu tíggju grundstykkini byggibúgvin byrjar 10. august.

J&K Petersen skal gera arbeiðið.

Til arbeiðið byrjar 10. august, bjóðar Vága kommuna fólki at skera sær flag á økinum til egna nýtslu. 

Hetta er eitt uppskot hjá Elsibet Jacobsen, býráðslimi, skrivar Vága kommuna.

 

Kann nýtast til smærri verkætlanir

Flagið kann nýtast til smærri verkætlanir, eitt nú til nýggjan grasvøll, til at javna lendi og til at leggja flag á takið á einum úthúsi.

Útstykkingin á Heiðatrøðni er fyrsta stigið til at menna størt bústaðarøki í Miðvági. 

Seinni verður tað bundið saman við bústaðarøkinum á Heiðum.

Tey, sum vilja hava flag, vera biðin um at seta seg í samband við Vága kommunu, sigur kommunan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858