- Tíðindi, mentan og ítróttur
MVG-frítøkan á bensini og dieseli verður ikki longd
MVG-frítøkan á bensini og dieseli verður ikki longd
Einki bendir á, at løgtingið verður kallað saman fyri ólavsøku at leingja lógina, hóast kríggið í Miðeystri heldur fram, og prísirnir aftur eru hækkaðir

Stjórarnir í Magn og Effo siga við Kringvarpið, at teir vita einki um nakra ætlan at leingja mvg-frítøkuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
15.07.2026 - 12:20
Alt bendir á, at tíðaravmarkaða MVG-frítøkan av bensini og dieseli, sum løgtingið samtykti í mai, ikki verður longd, tá hon fer úr gildi 1. august.
Tá landsstýrissamgonga varð skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, var ein av avtalaðu setningunum, at "Fyribilstiltøk verða sett í verk fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi."
24. apríl legði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum lógaruppskot fyri løgtingið um tíðaravmarkaða mvg-frítøku av bensini og dieseli. Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta. Lógin fekk gildi, og bensin og diesel nú mvg-frítt frá 16. mai til og við 31. juli í ár.
Nú er juli mánaður hálvrunnin, og tað nærkast, at mvg-frítøkan av bensini og dieseil fer úr gildi av sær sjálvum. Seinasta mánaðin hevur sæð út til, at kríggið í Miðeystri, sum førdi til, at Hormuz-sundið bleiv stongt, fór at nærkast onkrum enda, og altjóða oljuprísurin lækkaði munandi.
Eitt tað fyrsta, nýggja landsstýrið gjørdi, var at taka meirvirðisgjaldið av bensini og dieseli. Lógin fer úr gildi 1. august. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Prísirnir aftur hækkaðir
Men nú er partarnir farnir at stríðast aftur, og altjóða oljuprísurin er hækkaður aftur. Eisini her í Føroyum hava tey bæði oljufeløgini, sum selja bensin og diesel, hækkað prísirnir í gjár og í dag. Tí kundi verið viðkomandi at longt tíðaravmarkaðu mvg-frítøkuna.
Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerking frá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, men tað hevur ikki eydnast.
Stjórarnir í Magn og Effo siga við Kringvarpið, at teir vita einki um nakra ætlan at leingja mvg-frítøkuna.
Johan Dahl. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sum kunnugt kemur løgtingið saman á ólavsøku. Tá kunnu lógaruppskot leggjast fyri tingið. Men tað tekur tíð at viðgera lógaruppskot og gera lógir, og tá er nakað stutt eftir, áðrenn mvg-frítøkan fer úr gildi av sær sjálvari.
Hevur eitt mál skund, so kann løgtingið verða kallað saman fyri ólavsøku. Men Johan Dahl, tingformaður, sigur við Kringvarpið, at hann veit ikki um nakra ætlan at kalla løgtingið saman fyri ólavsøku.
Sostatt bendir alt á, at mvg-frítøkan av bensini og dieseli ikki verður longd, men fer úr gildi 1. august.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























