Rætt at lata bólki 5 fleiri fiskidagar

Rætt at lata bólki 5 fleiri fiskidagar
MSC skal ikki gera av, hvussu fiskiskapurin undir Føroyum verður skipaður, sigur Sniálvur Røvilsberg, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, sum rør út millum túrar
Sniálvur Røvilsberg sær onga meining í at skerja fiskiskapin so nógv, tá nógv er at fáa - og toskastovnurin hevur tað gott, heldur  hann. (Savnsmynd)
 
15.07.2026 - 13:25

- Tað er púra rætt at økja dagatalið í bólki 5 munandi.

Tað heldur Sniálvur Røvilsberg, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, sum rør út millum túrar.

Hann sat í gomlu fiskidaganevndini frá 2007, til hon varð tikin av við fiskivinnunýskipanini, sum fór at virka á nýggjárinum í 2018.

 


Sniálvur Røvilsberg. (Mynd á Facebook-vanga)

 

Sniálvur Røvilsberg sær onga meining í at skerja fiskiskapin so nógv, tá nógv er at fáa - og toskastovnurin hevur tað gott, heldur  hann.

Hann viðurkennir, at tað er neyðugt at avmarka fiskiskap í ávísan mun, men Føroyagrunnurin tolir væl, at bólkur 5 fær fleiri dagar.

Sniálvur Røvilsberg heldur í hvussu er ikki, at altjóða felagsskapurin Marine Stewardship Council, MSC, ið ger metingar um, hvørt hesin ella hasin fiskiskapurin er burðardyggur, skal gera av, hvussu føroyski fiskiskapurin verður skipaður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15072026_Rovilsberg_og_utrodur

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065