Integratiónssamskiparar hava týðandi leiklut

Integratiónssamskiparar hava týðandi leiklut
Kommunur og øki eru ymisk, so tað hevur stóran týdning, at vitanin og integratiónsarbeiðið eru staðsett lokalt, sigur Vilhelm Bergsson, stjórnmálafrøðingur
Vilhelm Bergsson, stjórnmálafrøðingur, hevur gjørt kanningar millum tilflytara í skúla og á arbeiðsplássi.
 
15.07.2026 - 14:09

Tað hevur stóran týdning, at allar kommunur ella øki seta integratiónssamkipara, tí hesin lokali myndugleikin fær ein týðandi leiklut hjá tilflytarum, arbeiðsgevarum, skúla og dagstovnum.

Tað sigur Vilhelm Bergsson, stjórnmálafrøðingur, sum hevur gjørt kanningar millum tilflytarar í skúla og á arbeiðsplássi.

Vilhelm Bergsson vísir á, integratión kann vera torfør, tí vit, sum búgva her, taka nógvar skipanir fyri givið -  hvussu tær rigga, hvat vit skulu gera, hvørji krøv eru, og so framvegis. Men ofta er hetta ikki so einfalt hjá teimum, sum flyta higar.

Ójavnt er,  hvussu kommunurnar hava sett integratiónssamskiparar í starv. Í fleiri førum er uppgávan løgd afturat verandi uppgávum hjá kommunum.

Tað kann verða ein krevjandi uppgáva, sigur Vilhelm Bergsson.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, sum Herbjørg Jøkladal gjørdi:

 

15072026_Integration_-_Bergsson

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541