G! 2026: Silent Disco hevur fest búgv í Føroyum

G! 2026: Silent Disco hevur fest búgv í Føroyum
"Í apríl fór tað á flog,og vit hava verið bókaðir hvørt vikuskifti síðani, og vit hava eisini nógv tiltøk fyri framman," sigur Bergur Poulsen, ið eigur Silent Disco Føroyar
16.07.2026 - 19:09

Silent Disco kom upprunaliga til Føroya at vera á G! fyri nøkrum árum síðani. Men eins og hitapottarnir, so hevur Silent Disco fest búgv í Føroyum. 

Í november í fjør keypti Bergur Poulsen útgerðina, ið krevst, fyri at skipa fyri Silent Disco í Føroyum alt árið.

Tá vóru ikki so nógvar bókingar beinavegin, men tað broyttist í vár, tí síðani tá hava teir verið fullbókaðir, og nú hava Bergur og teir eisini Silent Disco á G!

Tað eru øll sløg av tiltøkum tað verður bókað til- brúdleyp, húgvuveitslur, fyrilestrar o.s.fr. 

 

G! gav íblásturin

Bergur Poulsen keypti útgerðina aftaná hann hevði verið til G! í fjør summar, har Silent Disco var á skránnið við útlendskum fyriskiparum.

"Eg hevði eina so stuttliga uppliving saman við mínum vinmonnum tá vit vóru til Silent Disco á G! í fjør, og eftir tað tók eg eina avgerð um at keypa útgerðina."

Silent Disco er sum at vera í einum klubba, men tú hevur tónleikin í oyrabúffum ístaðin. So eru trý sum diska, og tey stýra hvør sínum liti, sum man kann skifta ímillum á oyrabúffunum. So kann man finna tey, sum lurta eftir sama liti, og so hoyrir man sama sang.

Hví er tað so væl umtókt? 

"Eg haldi tað er tí at man sleppur at syngja við so hart sum man kann, uttan at nakar lurtar. Tað er sum tá man koyrir biltúr við vinfólkunum og øll skrála við frá hjartanum," sigur Bergur Poulsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860