G! 2026: JÚXN-skráin er ein samanrenning av nýggjum og gomlum

G! 2026: JÚXN-skráin er ein samanrenning av nýggjum og gomlum
Á skránni eru fleiri sløg og formar av frásagnum - sagnir, kvæði, ævintýr, sjónleikur, upplestur og filmur, sigur Paula Gaard hevur sett JÚXN skránna saman í ár
17.07.2026 - 12:30

Tað eru summi tiltøk sum eru blivin siðvenja á G!, og tað hevur sjálvandi fingið pláss á JÚXN skránni, sigur Paula Gaard. Her sipar hon millum annað til føroyska dansin, G! kirkjuna, Eksil og gongurtúrin á Leirvíksfjall. Eisini er nógv nýtt á skrá.

Paula Gaard hevur sett JÚXN skránna saman tvey ár á rað. Hon hevur fingið íblastur alt árið. "Eg havi verið til ymisk tiltøk og sýningar, og til okkurt av tí havi eg hugsað, at tað má við á G!."

Onkuntíð er tað soleiðis at ung mest eru til tónleikin sum er um kvøldið, og tey "gomlu" eru til mentanartiltøkini, sum eru um dagin. Tað vil eg gjarna broyta, so eg havi bjóðað fleiri ungum í skránnað, sigur Paula Gaard.

Summi undrast kanska yvir hvar navnið JÚXN kemur frá og hvat tað merkir. Tað kemur frá staðarnavninum Júksnará, og so hevur tað fingið eitt "twist". Eins og áin rennur undir og ígjøgnum bygdina, so skal JÚXN vera ein mentanarskrá, sum rennur ígjøgnum festivalin. "Eg vil gjarna hava okkurt sum er lokalt og serstakt og hevur alment virði," sigur Paula Gaard. 

 

Gamlar og nýggjar frásagnir

Á skránni gongur yvirheitið frásagnir aftur í ymiskum formum og sløgum. "Vit hava øll trý sløgini av føroysku frásagnunum: sagnir, ævintýr og kvæðini. Jákup Veyhe og hettarher fortelja sagnir og ævintýr fríggjadagin seinnapart og sum vanligt verður føroyskur dansur eisini, og tað verður leygarkvøldið í Fjósinum. 
Bæði gamlar og nýggjar søgur verða eisini fortaldar ígjøgnum leik- og filmslist. Festivalurin byrjaði við sjónleikinum Upphav, og heimildarfilmarnir Taradrotningin og Mammuskepilsið verða sýndir í Fjósinum fríggjadag seinnapart. 

Á skránni er eisini tiltakið Utopia, sum tekur støði í bókini hjá Trygva Danielsen "Hey:) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ". Afturat tí verða málningar við heitinum "Utopia" hjá Tummas Jákupi Thomsen sýndir fram í Norðagøtu aftaná tiltakið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439