Eldrarøkt: Starvsfólk verða flutt

Eldrarøkt: Starvsfólk verða flutt
500 starvsfólk í eldrarøktini fáa nýggjan arbeiðsgevara 1. januar 2015, tá kommunurnar yvirtaka málsøkið
 
07.01.2014 - 08:02

Sami leistur, sum verður brúktur, tá Føroyar yvirtaka málsøki frá Danmark, skal brúkast, tá kommunurnar skulu yvirtaka 500 starvsfólk í eldrarøktini frá landinum um eitt ár.

Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera tilmæli um starvsfólkaviðurskiftini, nú kommunurnar skulu taka við eldraøkinum. Okkurt um 1000 fólk arbeiða í eldrarøktini. Helvtin, 500 fólk, fáa nýggjan arbeiðsgevara 1. januar 2015.  

Starvsfólk verða flutt

Arbeiðsbólkurin mælir til, at brúktur verður sami leistur, sum verður brúktur, tá føroyskir myndugleikar yvirtaka málsøki frá donsku ríkismyndugleikunum. Tað merkir, at fólk, sum hava eina uppgávu at røkja, ið verður løgd til kommunurnar at umsita, verða flutt til kommununa ella kommunala samstarvið, sum fær uppgávuna.

Ásetast skal í lóg, at fólk fáa rættindi og skyldur, sum eru meinlík teimum í lógini um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum. 

Arbeiðsbólkurin hevur uppskot um, hvussu lógin skal orðast. Og hann hevur eisini gjørt eina arbeiðs- og tíðarætlan viðvíkjandi teimum 500 starvsfólkunum hjá landinum, sum skulu arbeiða hjá kommununum um eitt ár.

Viðgera málið í dag

Fólk á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Almannaverkinum vóru í arbeiðsbólkinum.   

Fyrsta viðgerð av lógaruppskotunum hjá Anniku Olsen, at lata kommununum eldraøkið tann 1. januar 2015, verður í dag. Eftir tingfundin, sum byrjar klokkan 11, fara bæði uppskotini í Trivnaðarnevndina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425