Suðurkorea vil styrkja handilssambondini við Føroyar

Suðurkorea vil styrkja handilssambondini við Føroyar
Skjóta gongdin í samskiftinum bendir á ein sterkan vilja at menna handilssambondini millum londini, sigur landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Mynd: Savnsmynd  
 
24.07.2026 - 18:37

- Vitjanin hjá suðurkoreanska sendimanninum, Dong Yeol Rhee, í Føroyum í gjár er eitt greitt tekin um, at bæði Føroyar og Suðurkorea vilja styrkja handilssambondini sínámillum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at skjóta gongdin í samskiftinum – frá føroyskari vinnuferð til Suðurkorea í juni til fleiri vitjanir frá suðurkoreanskari síðu – bendir á ein sterkan vilja hjá báðum pørtum at menna samstarvið.

Suðurkorea hevur serligan áhuga í at keypa føroyskar fiskavørur, meðan føroyska málið í fyrstu syftu er at fáa tollfrælsi fyri útvaldar fiskavørur. Upp á sikt er ætlanin at arbeiða fram ímóti einari fríhandilsavtalu millum londini, sigur landsstýrismaðurin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða her:

Sendimadurin_i_SKorea

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329