Rúnasteinurin talgildur

Rúnasteinurin talgildur
Rúnasteinurin, sum var funnin á Sondum á Sandi, verður 3D-skannaður, og eitt talgilt modell verður gjørt av honum 
Rúnasteinurin var funnin í einum gólvi.
 
28.07.2026 - 10:31

Rúnasteinurin, sum var funnin á Sondum á Sandi, verður 3D-skannaður, og eitt talgilt modell verður gjørt av honum. 

Umframt at varðveita rúnasteinin í talgildum líki, kann 3D-modellið brúkast til nærri kanningar, tí tá ber til at seta ljós og skuggar, sum gera rúnaskiftina lættari at lesa. 

Nakað er brotnað av rúnasteininum.

Og nakrar rúnir eru kámaðar burtur. 

Fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum halda seg tó kunna týða orðini “hvílir” og “her.”

Tað kundi bent á, at talan er um gravstein. 

Rúnasteinurin var funnin í gólvinum í einum bygningi, sum fornfrøðingarnir halda er bønhús úr miðøld. 

Fornfrøðiligi útgrevsturin á Sondum heldur fram í august.

Tá kemur eisini ein serfrøðingur til Føroya at kanna rúnasteinin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890