- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðafrikanska lýðveldið í kreppu
Støðan í Miðafrikanska lýðveldinum er nú versnað, eftir at ein vápnaður muslimskur nevndur Seleka tók ræðið í landinum í mars. Leiðarin í bólkinum, Michel Djotodia nevndi síðan seg sjálvan forseta, og eftir tað hevur landið verið merkt av samanbrestum millum Seleka og kristnar anti-Seleka bólkum. Umleið ein millión eru flýdd úr sínum heimstaði, og fleiri býir eru í oyði. Politiska støðan í landinum í løtuni er óstøðug, og ymisku bólkarnir føra vápnað stríð fyri at fáa ræðið. ST hevur boðað frá, at landið liggur í anarki, og at vandi er fyri, at bólkarnir fremja tjóðarmorð móti hvørjum øðrum.
Ófriðurin náddi nýggjum hæddum í farnu viku, tá ST eisini boðaði frá, at túsundtals børn eru tvungin at taka lut í vápnaða stríðnum sum barnahermenn, at minst tvey børn eru hálshøgd, og minst 16 børn myrd. Amnesty boðar frá, at í desembur vórðu 1.000 muslimskir menn av kjadiskum uppruna myrdir av kristnum uppreistarbólkum, og Frakland, sum er gamla hjálandaveldið hjá Miðafrikanska lýðveldinum, hevur sent hermenn inn í landið at stýra ófriðinum.
Umboð fyri Dansk Flygtningehjælp var í landinum á jólum, og tú kanst síggja samrøðuna, DR2 Morgen hevði við hann, her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |