Hans Johannes á Brúgv stjóri hesa vikuna afturat

Hans Johannes á Brúgv stjóri hesa vikuna afturat
Eingin niðurstøða er gjørd um stjórastarvið á Strandferðsluni, hóast Bogi Mortensen ikki er sjúkrameldaður longur
 
08.01.2014 - 07:49

Hans Johannes á Brúgv heldur fram sum stjóri á Strandferðsluni, tað sum er eftir at vikuni.

Tað sigur aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Bjørgfríð Ludvig. 

Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, var sjúkrameldaður til í gjár, og sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum, er hann ikki sjúkrameldaður meira, men í starvi hjá Strandferðsluni. Men aðalstjórin sigur, at ongin niðurstøða er gjørd annars viðvíkjandi stjóranum á Strandferðsluni, og hon vil ikki gera aðrar viðmerkingar til málið.

 

Nú, Hans Johannes á Brúgv heldur fram sum stjóri á Strandferðsluni hesa vikuna, heldur Jákup Kristian Poulsen fram sum stjóri á Skipaeftirlitinum, har Hans Johannes á Brúgv annars er stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585