Nógv tey flestu mæla frá

Nógv tey flestu mæla frá
Men Suðurstreymoyar útróðrarfelag tekur undir við uppskotinum um fleiri fiskidagar 
Útróðrarfiskur.
 
04.08.2026 - 06:23

Suðurstreymoyar útróðrarfelag tekur undir við uppskotinum. 

Vørn hevur ongar viðmerkingar um uppskotið.

Umboðið hjá feløgunum hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjum í Fiskivinnuráðnum svaraðu ikki.

Felagið Trolbátar vísir á, at hóast uppskotið ikki gagnar bólki 4T, er tað jaligt, at landsstýrismaðurin vil hava broytingar í fiskidagaskipanini. 

Felagið vísir samstundis á, at umsitingarætlanin frá 2019 ikki longur verður fylgd.

Øll skipanin

Fiskidagaskipanin eigur at vera viðgjørd í síni heild, og ikki bara fyri bólk 5B. 

Trolbátar mæla til, at løgtingið viðger allar skipabólkar av nýggjum.

Fiskimálaráðið skal halda seg til semjuna frá 2019, so umsitingarætlanin verður betur kjølfest sum grundarlag undir fiskidagaskipanini.

Men annars tekur eingin teirra, sum komu við hoyringarskrivi um uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, um at geva bátunum í bólki 5B 750 fiskidagar aftrat í ár, undir við uppskotinum.

Tey eru Reiðarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Meginfelag útróðrarmanna, Havstovan, Fiskimannafelagið, Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688