Harðskapur og hassj

Harðskapur og hassj
Í gjár fekk politiið fráboðan um harðskap í Klaksvík sunnunáttina
 
10.08.2026 - 08:50

Í gjár fekk politiið fráboðan um harðskap í Klaksvík sunnunáttina.

Politiið sigur seg vita, hvør framdi harðskapin og kannar málið.

Í gjár var eitt ferðafólk tikið á flogvøllinum í Vágum við stívliga 60 grammum av hassji.

Einki revsivert var í einari hending í Havn á ólavsøku, tá ein bilførari vendi sær til tríggjar ungar gentur.

Hetta var meldað. Politiið hevur tosað við bilføraran og genturnar.

Niðurstøðan er, at einki revsivert er hent.

Hvat bilførarin vildi gentunum, er ikki upplýst.

Og ein bilførari var tikin í gjár. Hann hevði húsvogn, men ikki koyrikort til húsvogn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115