Vestergaard: Kom óvart á, at pengar mangla til Fámjinsvegin

Vestergaard: Kom óvart á, at pengar mangla til Fámjinsvegin
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum undrast, nú eingir pengar eru til at gera gamla vegin frá Fámjinstunlinum oman í bygdina lidnan til dagsins tørv
 
11.08.2026 - 19:10

Tað kom óvart á Jacob Vestergaard, landsstýrismann í samferðslumálum, tá Landsverk í dag upplýsti, at pengarnir til vegaføringina úr Fámjinstunlinum oman í Fámjin ikki røkka til at gera vegin eftir dagsins tørv.

Mest átrokandi ábøturnar verða eftir ætlan lidnar móti ársenda. Men skal vegurin gerast heilt liðugur, so mugu fleiri pengar játtast. Tað sigur Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki, við Kringvarpið.

Jacob Vestergaard sigur hinvegin, at hetta var nýggj vitan fyri hann, og at landsstýrið nú má taka støðu til málið í sambandi við komandi raðfestingar.

Landsstýrismaðurin vil ikki binda seg til, at neyðugi peningurin verður játtaður, tí tað er Løgtingið, sum endaliga ger fíggjarligu raðfestingarnar.

Spurdur, hvussu leingi fámjiningar skulu bíða eftir einum lidnum vegi, sigur Jacob Vestergaard, at tað helst eigur at verða innan eitt ár.

Hoyr innslag her:

Jacob_Vestergaard_um_vegin_til_Famjins

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744