Kommunulæknar taka undir við møguleikaváttanum

Kommunulæknar taka undir við møguleikaváttanum
Kommunulæknafelag Føroya tekur væl ímóti ætlanini um at broyta sjúkradagpeningaskipanina, so størri dentur verður lagdur á, hvat sjúk starvsfólk kunnu gera
 
12.08.2026 - 18:40

- Jú longur fólk eru heilt burtur frá arbeiðsmarknaðinum, jú verri er tað at koma aftur, sigur Turið H. Johannessen, forkvinna í Kommunulæknafelagnum.

Kommunulæknafelag Føroya tekur væl ímóti ætlanunum hjá samgonguni um at broyta sjúkradagpeningaskipanina.

Ætlanin er at fara frá vanligum sjúkraváttanum til sonevndar møguleikaváttanir. Í staðin fyri bara at staðfesta, hvat eitt sjúkt starvsfólk ikki kann gera, skal váttanin leggja dent á, hvørjar arbeiðsuppgávur viðkomandi framvegis er førur fyri at røkja.

Enn er lítið ítøkiligt komið frá landsstýrinum um, hvussu nýggja skipanin skal síggja út. Men Turið H. Johannessen vísir á, at Danmark hevur eina líknandi skipan, sum eftir hennara tykki kann brúkast sum fyrimynd í Føroyum.

Eisini Vinnuhúsið hevur boðað frá, at tað tekur undir við ætlanini.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Turid_H__Johannessen_um_laeknavattan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011