643 løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið

643 løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið
1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum
Burðaravlopið var eitt sindur størri, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. 
Mynd: Hagstovan  
 
18.08.2026 - 10:51

Eftir lítlan fólkavøkstur í góð tvey ár er aftur ferð komin á vøksturin, skrivar Hagstovan.

Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum.

Tað eru 643 fólk, 1,2 prosent, fleiri enn 1. juli í fjør.

 

 

Vøksturin var meira enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum, altso frá 2024 til 2025. 

Serliga nettoflytingin, munurin millum tilflyting og fráflyting, ger munin.

Burðaravlopið var eitt sindur størri, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820