Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum

Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum
Politiskt kjak verður um uppskotið hjá danska løgmálaráðnum um at goyma upplýsingar, nær føroyingar eru á netinum, í eitt ár
 
20.08.2026 - 08:29

Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær. 

Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. 

Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina.

- Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum

- Við hesum amboðnum kunnu vit greiða nógv mál, sum vit ikki kunnu í dag, sigur løgreglan. 

- Vit eiga at taka kjakið um, hvar markið gongur fyri privatfriðin hjá fólki, sigur samfelagsfrøðingurin. 

Í sendingini verður politiskt kjak um uppskotið hjá løgmanni, og fýra løgtingslimir vera í útvarpsstovuni: Ruth Vang í Framsókn, Bjørg Brynhildaróttir Egholm í Tjóðveldi, Sunnvá Dahl Høgfeldt í Sambandsflokkinum og Jóhannis Joensen í Javnaðarflokkinum. 

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025