Vænta stjórnarskifti eftir ríkisdagsvalið í Svøríki

Vænta stjórnarskifti eftir ríkisdagsvalið í Svøríki
Valið verður 13. september, og alt bendir á, at Magdalena Andersson, forkvinna í Javnaðarflokkinum, aftur verður forsætisráðharri
Alt bendir á, at Magdalena Andersson, forkvinna í Javnaðarflokkinum, verður forsætisráðharri í Svøríki eftir ríkisdagsvalið 13. september
Mynd: Lars Schröder/TT/Ritzau Scanpix  
 
20.08.2026 - 09:56

Um 24 dagar verður ríkisdagsval í Svøríki.

Valið skal avgera, hvørja politiska kós Svøríki skal hava næstu fýra árini.

Meiningakanningarnar vísa, at Javnaðarflokkurin framvegis er størsti flokkur í landinum, og samstundis er líkt til, at vinstravongurin fær meiriluta á valinum, sum verður 13. september.

Sostatt er lagt upp til stjórnarskifti í Svøríki.

Sitandi høgrasamgongan hjá forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, stendur til at missa valdið, og Magdalena Andersson, forkvinna í Javnaðarflokkinum, verður helst aftur forsætisráðharri, eins og hon var undan seinasta vali fyri fýra árum síðan.

 


Jimmie Åkesson er formaður í Svøríkisdemokratunum. (Mynd: Anders Wiklund/TT/Ritzau Scanpix)

 

Svøríkisdemokratarnir í stjórn

Men sum so ofta fyrr er tað serliga Jimmie Åkesson, sum er leiðari hjá høgravíðgongdu Svøríkisdemokratunum, sum fær mestu umrøðuna.

Higartil hava hinir flokkarnir megnað at stýrt uttan um Svøríkisdemokratarnar, tá stjórnir eru skipaðar, men flokkurin fær stóra undirtøku í veljarakanningunum, og stendur aftur hesa ferð til at gerast næststørsti flokkur á valinum, eins og teir vóru í 2022.

 


Ulf Kristersson, forsætisráðharri, ætlar at taka Svøríkisdemokratarnar upp í stjórnina, um hann sleppur at halda fram eftir valið. (Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix)

 

Hetta seinasta valskeiðið hava Svøríkisdemokratarnir stuðlað samgonguni uttan at vera beinleiðis partur av henni, men sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, úr Moderatarna hevur eisini ásannað, at um hann skal varåveita forsætisráðharrasessin, slepst illa uttan um Svøríkisdemokratarnar. 

Í apríl segði Ulf Kristersson, at um høgraflokkarnir vinna valið í september, fara Jimmy Åkesson og Svøríkisdemokratarnir at vera partur av stjórnini og fáa ráðharrasessir.

Sjálvur sigur Jimmy Åkesson, at hann sjálvur fer eftir at gerast forsætisráðharri í 2030.

 

Vinstraflokkarnir 10 prosent meira

Nýggjasta veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd fyrradagin, og sum svenska kringvarpið SVT hevur latið gera, vísir, at flokkarnir á vinstraveingi fáa 10 prosent meira enn høgraflokkarnir. Sambært SVT hevur eingin stjórn higartil fyrr megnað at vent einum so stórum muni so stutt upp undir eitt val.

Kanningin gevur Javnaðarflokkurin 30,5 prosent av atkvøðunum, sum er ein lítil framgongd uppá 0,2 prosentstig síðani valið í 2022. Svøríkisdemokratarnir fáa 18,5 prosent, og Moderatarnar fáa 17,3 prosent. Her er talan um afturgongd uppá ávikavist tvey og 1,8 prosentstig.

Millum evnini, sum fylla mest í valstríðnum hesaferð, eru livikostnaður og búskapurin, kriminalitetur og brotsmannaharkalið, immigratión og integratión, trygdarpolitikkur, NATO og viðurskiftini við Russland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985