- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filosofiskur

Í søguni um Moby Dick hjá Henry Melville eru vit nú komin hartil, at teir gera skipið út, menn mynstra og vita als onki um skiparan Akab, sum er settur at stýra skútuni.
Ein harðførur og náðileysur maður, sum er fullur av hendarhuga, og sum fer at brúka skip og manning í síni herferð at hevna seg inn á hvíta hvalin, sum beit annað beinið hjá honum av. Sum avmastraði Akab.

Filosofiskur
Í hesi sending fara Jógvan D Hansen og Armgarð Arge at tosa um og viðgera skaldsøguna "Moby Dick", sum Herman Melville skrivaði.
Tú fært ymiskt at vita um hvalarakstur, um serstaka skiparan Ahab, um náttúruna, Gud, teg og meg. Í hesi søguni eru tað ikki bara havsins dýpdir, men eisini dýpdin í tær og mær, sum daga undan.