Hoydalar er aftur í gongd

Hoydalar er aftur í gongd
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
Maria Winter Olsen, gleðir seg at sleppa undir upptøkurnar til nýggja røð av Hoydølum
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
27.08.2026 - 00:24

Kringvarp Føroya er komið væl ávegis við fyrireikingunum til eina nýggja røð av tónleikasendingini Hoydalar, sum var sera væl umtókt í vetur. Tey hava funnið nýggj komandi stjørnuskot, sum skulu tulka sangir hjá fimm ymiskum stjørnum, ið eiga sangirnar.

Maria Winther Olsen, tilrættisleggjari, sigur, at tey fingu nærum hundrað umsóknir frá ungfólkum sum vildu sleppa við. 30 vórðu vald út og komu inn at syngja.

- Vit kunnu einaferð enn staðfesta, at vit hava nógv dugnalig talentir og tað var ringt at velja út. Men nú gleði eg meg, tí tey ungu fólkini eru sera dugnalig og trívast væl saman, sigur Maria Winther Olsen, tilrættisleggjari.

Maria gleðist eisini um at framleiðsluliðið hjá Kringvarpinum verður stórt sæð verður tað sama sum seinast.

Hoyr innslagið í Summarmorgni her.

1828921

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928