Hans Enoksen ætlar at stovna nýggjan flokk

Hans Enoksen ætlar at stovna nýggjan flokk
Verða tær neyðugur 964 undirskriftirnar savnaðar, verður flokkurin stovnaður í vár
 
10.01.2014 - 09:48

Grønlendski politikarin, Hans Enoksen, sum herfyri fór burtur úr flokkinum Siumut, er farin undir at savna undirskriftir til ein nýggjan flokk í Grønlandi.

Neyðugt er við 964 undirskriftum, fyri at flokkurin kann gerast veruleiki. Sermitsiaq skrivar, at nýggi flokkurin skal eita Partii Naleraq, sum merkir Ýti.

Stovnandi fundur í vár

Hans Enoksen, sum eisini hevur verið landsstýrisformaður í Grønlandi, sigur við blaðið, at hann vónar, at tað fer at bera til at savna undirskriftirnar eftir tveimum mánaðum, og so verður stovnandi aðalfundur í vár.

Nýggi flokkurin fer at leggja dent á fiskivinnu, veiðu annars, landbúnað og viðurskiftini á smáu plássunum, tá talan er um almannaviðurskifti. Hans Enosken sigur seg vera bjartskygdan, og hann væntar at fáa neyðugu undirskriftirnar, so nýggi flopkkurin kann stovnast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860