Kannar møguleikan at sleppa viku- og mánaðarbløðum undan mvg

Kannar møguleikan at sleppa viku- og mánaðarbløðum undan mvg
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Astrið Breckmann, løgtingskvinnu
Kvinna er eitt av bløðunum, sum kanska sleppur undan meirvirðisgjaldi. (Savnsmynd)
 
31.08.2026 - 11:08

Landsstýrisamaðurin í fíggjarmálum ætlar at kanna, um til ber at sleppa viku- og mánaðarbløðum undan meirvirðisgjaldi.

Astrið Breckmann, løgtingskvinna, spurdi Aksel V. Johannesen, landsstýrismann, hví føroysk viku- og mánaðarbløð ikki sleppa undan meirvirðisgjaldi eins og tíðindabløð.

Meirvirðisgjaldsfrítøkan fyri tíðindabløð er ein søgulig og politisk serskipan, sum stuðlar tíðindaflutningi og fólkaræðisligum kjaki, sigur landsstýrismaðurin.

Føroysk viku- og mánaðarbløð vera ikki mett at hava somu samfelagsligu endamál. 

Verandi skipan er galdandi fyri pappírs- og talgild tíðindabløð. 

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717