Arbeiðseftirlitið skal styrkjast

Arbeiðseftirlitið skal styrkjast
Arbeiðseftirlitið skal frameftir bert umsita arbeiðsmarknaðarmál, og er upp til landsstýriskvinnuna, skulu fleiri pengar setast av til eftirlit og fyribyrging.
01.09.2026 - 19:24

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið verður nú broytt til Arbeiðseftirlitið, samstundis sum tilbúgvingarøkið verður flutt til Vørn.

Við broytingini skal Arbeiðseftirlitið frameftir hugsavna seg um arbeiðsmarknaðarmál og arbeiðstrygd. Sambært Margit Stórá er ætlanin at styrkja stovnin, so størri orka kann leggjast í eftirlit og fyribyrging.

Seinastu árini hava áleið sjey eftirlitsfólk starvast á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum. Seinastu trý árini eru millum 800 og 1.000 eftirlitsfrágreiðingar skrivaðar um árið.

Føroyar hava samstundis lutfalsliga høg deyðstøl í arbeiðsvanlukkum. Deyðstølini eru næstan sjey ferðir hægri enn í Íslandi og tríggjar ferðir hægri enn í Danmark, Svøríki og Finnlandi.

Í 2025 lótu trý fólk lív í arbeiðsvanlukkum, og í mai í ár kravdi ein arbeiðsvanlukka aftur eitt mannalív.

Margit Stórá sigur, at meira peningur eigur at setast av til arbeiðið hjá Arbeiðseftirlitinum, so stovnurin millum annað kann gera fleiri eftirlit og leggja størri dent á fyribyrging og upplýsing um arbeiðstrygd.

Sum liður í umskipanini verður umsitingin av tilbúgvingarlógini flutt til Vørn. Starvsfólkini, sum í dag umsita tilbúgvingarøkið á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, flyta eisini við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928