Væntar at koma við fleiri tilmælum í valskeiðnum

Væntar at koma við fleiri tilmælum í valskeiðnum
Nýggi formaðurin í Nýskipanarnevndini sigur, at eisini politiska skipanin vil hava nýskipanir, men ósemja kann vera um, hvørjar nýskipanir skulu setast í verk
Finn Danberg er nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2026 - 10:24

Finn Danberg, sum er nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini, væntar, at nevndin fer at koma við fleiri tilmælum í hesum valskeiðum.

Hann sigur, at eisini politiska skipanin tykist vera samd um, at nýskipanir skulu gerast á ymsum økjum, men ósemja kann vera um, hvørjar nýskipanir skulu fremjast.

Tá Nýskipanarnevndin hevur gjørt síni tilmæli, verða tey løgd fyri ein politiskan fylgibólk, sum forfólkini í politisku flokkunum og allir fíggjarnevndarlimirnir manna.

Politiska skipani ger so av, hvørji tilmæli verða fylgd.

Finn Danberg hevði leiðarastarv í Eik Banka, tá hann fór av knóranum fyri 16 árum síðani.

Finn Danberg sigur í dag, at hann lítur frameftir og tekur allar sínar lívsroyndir við sær, eisini tær í Eik Banka, í nýggja starvinum sum formaður í Nýskipanarnevndini.

Finn Danberg veit ikki at siga, nær fyrsta tilmælið kemur frá nýggju nevndini, men hann væntar, at nevndin fer at koma við fleiri tilmælum í hesum valskeiðnum. 

Hoyr samrøðu, sum Finnur Koba gjørdi við Finn Danberg í útvarpstíðindunum: 

 

02092026_Finn_Danberg

 

Í nýskipanarnevndini sita nú:

Finn Danberg, formaður

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali

Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri

Suni Justinussen, forstjóri í Magn

Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688