Volkswagen sigur 100.000 starvsfólkum upp

Volkswagen sigur 100.000 starvsfólkum upp
Ætlanin var at siga 50.000 fólkum úr starvi, men nú verða 50.000 søgd upp aftrat
Harða kappingin úr Kina er ein orsøk til, at Volkswagen noyðist at siga nógvum starvsfólkum úr starvi.
Mynd: Lisi Niesner/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.09.2026 - 08:20

100.000 fólk hjá týsku bilverksmiðjuni Volkswagen missa arbeiðið. Ætlaninr hava verið um at minka um starvsfólkahópin 50.000 fólk, men nú er ætlanin at siga 50.000 fólkum upp aftrat.

Tíðindastovan AFP skrivar, at leiðslan og fakfeløgini eru vorðin samd um, at 100.000 færri fólk skulu starvast í fyritøkuni í 2030.

AFP skrivar, at hetta er størsta bygnaðarbroytingin í bilídnaðinum yvirhøvur.

 

Laga seg til fíggjarliga veruleikan

- Vit mugu tillaga talið á starvsfólkum við fíggjarliga veruleikan, sigur týska fyritøkan.

Volkswagen umboðar millum annað eisini Audi og Porsche.

Støðan er íkomin, serliga tí kappingin úr Kina er harðnað, men eisini tí, at eftirspurningurin eftir el-bilum hevur sveiggjað, og broytingar í tollinum USA.

Tey 100.000 fólkini, ið missa arbeiði, svara til 15 prosent av øllum teimum, ið arbeiða hjá Volkswagen í øllum heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329