- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lættari hjá føroyingum at fáa heilivág til Danmarkar

Føroyingar, sum eru staddir í Danmark, kunnu nú fáa heilivág sendandi úr Føroyum til egna nýtslu. Eisini ber til at hava heilivág við sær til Danmarkar við flogfari ella skipi uttan avmarkingina á tríggjar mánaðir.
Broytingin hevur serliga týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum eru í Danmark í longri tíðarskeið, eitt nú í sambandi við viðgerð. Um tørvur er á meira heilivági undir uppihaldinum, kunnu tey nú fáa heilivágin sendandi úr Føroyum. Hetta ger tað einfaldari og smidligari hjá sjúklingum og avvarðandi at tryggja, at sjúklingurin hevur tann heilivág, honum tørvar.
Markaforðing loyst
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at hon fegnast um, at henda markaforðingin í ríkisfelagsskapinum er loyst.
Nýggju donsku reglurnar komu í gildi 1. januar 2026.
Serligar avmarkingar eru framvegis galdandi fyri rúsandi og antibiotiskan heilivág. Í ávísum førum krevst loyvi frá danska heilivágsmyndugleikanum, Lægemiddelstyrelsen.



























