Rektarin: Hava ikki kunnað nóg væl

Rektarin: Hava ikki kunnað nóg væl
Trappustreyka var á Glasi í dag orsakað av ætlaðum broytingum í tímatalvuni. Rektarin sigur, at vitlíki er størsta orsøkin til ætlaðu broytingarnar.
08.09.2026 - 19:23

Fyrrapartin var trappustreyka í Glasi. Næmingarnir vóru ónøgdir um, at broytingar eru gjørdar í tímatalvuni uttan nøktandi kunning.

Ása Thorkildshøj, næmingur á Glasi, greiðir frá.

- Altso, tað snýr seg um, at vit hava fingið álagt at hava næmingatíð, har tveir tímar eru lagdir inn í okkara tímatalvu. Vit hava onga kunning fingið um, hvat tað snýr seg um. Vit vita ikki, hvat hetta er. Vit eru øgiliga ónøgd um, at vit ikki fáa nakra kunning.

Trappustreykan byrjaði klokkan 10. Tá tey høvdu sitið í umleið ein tíma, hendi so okkurt. Tá varð boðað á hátalara, at avtala varð gjørd við rektaran og leiðsluna um, at eitt umboð í hvørjum flokki skuldi møtast við rektara og leiðslu at tosa um ætlaðu broytingarnar.

 

Ætlaðu broytingarnar

Eftir, at floksumboð høvdu verið á fundi við leiðsluni, fingu vit orðið á Unu Joensen, rektara, sum greiddi frá teimum ætlaðu broytingunum.

- Tá tú gongur á gymnasialum miðnámi, so skulu allir næmingar lata nokk so nógvar uppgávur inn. Tað eru uppgávur, sum teir vanliga gera heimanífrá, og tað eitur næmingatíð. Tað, sum vit so hava gjørt nú, er, at vit taka ein part av hesi næmingatíðini inn á skúlan og leggja tað inn á tímatalvuna, soleiðis at tey avhalda ein part av tíðini her á skúlanum í vanligari undirvísingartíð.

 

Vit spurdu so rektaran, hví mann ger broytingar sum hesar, tá ið næmingarnir eru so ónøgdir um tað, sum teir eru.

- Ja, tey eru ónøgd, og tað skulu vit taka í egnan barm. Vit hava ikki kunnað nóg væl um tað. Vit hava kunnað fyri lærarum, men vit hava ikki kunnað næmingarnar nóg væl. Tað skulu vit nokk taka í egnan barm og gera betur.

- Fortreytirnar fyri undirvísing broytast jú, og tær broytast serliga við vitlíki. Tað er komið við rúkandi ferð inn yvir okkum tey síðstu árini. Sum eina loysn hava vit so valt at taka ein part av hesi næmingatíðini inn á skúlan, so tað verður skipað undir kørmum, sum lærarin og næmingarnir eru tryggir við.

Men næmingarnir á Glasi vóru alt annað enn nøgdir við tær ætlaðu broytingarnar.

Ørvur Mortensen, næmingur á Glasi, greiðir frá, at tey hava savnað undirskriftir frá flestøllum næmingum á skúlanum, ímóti ætlaðu broytingunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776