Familjuískoytið hækkar ikki

Familjuískoytið hækkar ikki
Løgtingið feldi seinnapartin uppskotið frá Tjóðveldi og Sjálvstýri, sum vilja broyta lógina um familjuískoyti, so fólk við lágum inntøkum fáa fleiri pengar.
Uppskotið frá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka familjuískoytið fall í tinginum.
 
10.09.2026 - 15:32

Familjuískoytið hækkar ikki. 

Løgtingið feldi seinnapartin uppskotið frá Tjóðveldi og Sjálvstýri, sum vilja broyta lógina um familjuískoyti, so fólk við lágum inntøkum fáa fleiri pengar.

Bara seks atkvøður vóru fyri, meðan 16 atkvøður vóru ímóti.

Endamálið við uppskotinum var at veita fíggjarliga sperdum húskjum, sum eru hart rakt av hækkandi orkuprísum í 2026, ein styrk fyri hetta árið.

 

Skuldi hækka upp í 12.000 kr. 

Andstøðuflokkarnir ætlaðu at hækka orkuískoytið úr 5000 krónum til 12.000 krónur. Og markið fyri at fáa stuðulin skuldi eisini hækka. Húski, ið hava inntøkugrundarlag upp til 350.000 krónur, skuldu fáa rætt til orkuískoyti.

Men samgongumeirilutin í Trivnaðarnevndini vísti í sínum meirilutaáliti á, at verandi skipan við familjuískoyti er ikki rætta loysnin. 

Samgongan sigur, at landsstýrið fylgir við støðuni, og um prísirnir á olju aftur hækka og støðan gerst varandi, fer landsstýrið í heyst at taka støðu til um at veita hjálp til teirra, sum eru fíggjarliga sperd.

Andstøðuuppskotið um at hækka familjuískoytið var tí felt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329