Fosturtøkulógin aftur fyri tingið

Fosturtøkulógin aftur fyri tingið
Miðflokkurin sigur, at tað skal vera krav, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð um fosturtøku
Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum eigur uppskotið um at broyta fosturtøkulógina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2026 - 10:06

Løgtingið skal nú aftur viðgera spurningin um fosturtøku.

Miðflokkurin hevur lagt lógaruppskot fyri tingið um at broyta fosturtøkulógina.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skrivar Steffan Klein Poulsen, formaður floksins, at við uppskotinum verður tað framvegis kvinnan, sum ger av, um hon vil hava fosturtøku ella ikki.

Tó verður sett sum  krav, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð  um fosturtøku. Harumframt skal kvinnan fáa í boði eina ultraljóðskanning í hesum tíðarskeiðinum.

Eisini skjýtur Miðflokkurin upp, at at tær kvinnur, sum søkja um at fáa fosturtøku, anonymt skulu upplýsa, hví tær biðja um fosturtøku.

Lógaruppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta fosturtøkulógina kemur til 1.viðgerð í løgtinginum 24. september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952